Friðargonga í Havn í kvøld

Friðargonga í Havn í kvøld
Endamálið er enn sum áður at seta vápnahvíld og friðartilgongdir á breddan heldur enn kríggj og vápnadubbing, siga "Føroyingar fyri friði"
Frá friðargonguni í fjør.
 
24.07.2025 - 08:33

Í kvøld klokkan seks verður aftur friðargonga í Havn í sambandi við kríggini í Ukraina og Miðeystri.

Byrjað verður á Vaglinum, uttan fyri tinghúsið, haðani gingið verður út í Tinganes, og um Amtmansborgina, niðan aftur á Vaglið.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, og Zaid Al-Jay, sum er ættaður úr Irak, siga nøkur orð, og Elin Brimheim Heinesen syngur.

Tað er áhugafelagsskapurin "Føroyingar fyri friði", sum skipar fyri friðargonguni.

 

 

Henrik Weihe Joensen.

 

Vápnahvíld og friðartilgongd

Um friðargonguna verður sagt, at hon enn sum áður hevur til endamáls, at seta vápnahvíld og friðartilgongdir á breddan heldur enn kríggj og vápnadubbing.

- Í friðargonguni vilja vit í felag og í friði vísa samkenslu við teimum líðandi í Ukraina, Palestina, Ísrael og øðrum londum, har yvirgangur og kríggj herja. Samtíðis vilja vit í friðargonguni gera løgting, landsstýri og donsku stjórnina varug við týdningin, at tey meira virksamt enn higartil stuðla vápnahvíld og friðartilgongdum í krígsraktu londunum.

- Í hesum sambandi vil friðargongan eisini vísa politisku stjórnunum í Føroyum og Danmark á, at halda aftur við at stuðla eini øktari vápnadubbing, skrivar felagsskapurin.

Henrik Weihe Joensen, fyriskipari, var í Summarmorgni í morgun: 

 

24072025_Henrik_Weihe_Joensen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201