5,2 milliónir bilar koyrdu í undirsjóvartunlunum í fjør

5,2 milliónir bilar koyrdu í undirsjóvartunlunum í fjør
Verkfallið í mai og juni ávirkaði ferðsluna, men vøkstur var allar hinar mánaðirnar uttan í november
Fyrstu seks mánaðirnar í ár hava 2,7 milliónir bilar koyrt ígjøgnum tunlarnar afturímóti 2,5 milliónum fyrra hálvár í 2024. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.07.2025 - 14:42

Ferðslan í teimum fýra undirsjóvartunlunum veksur framvegis.

Hyggja vit at tølunum seinastu fýra heilu árini, er ferðslan bara økt. Gamaní var 2021 koronuár, men fyri tað koyrdu beint undir fýra milliónir bilar ígjøgnum tunlarnar, sum tá vóru tríggir í tali.

Í 2022 var talið komið upp á næstan 4,3 milliónir bilar, og í 2023 koyrdu meira enn 4,6 milliónir bilar í tunlunum. 

 

Verkfall í fjør

2024 var fyrsta árið, har talan var um fýra tunlar, og tá koyrdu slakir 5,2 milliónir bilar ígjøgnum tunlarnar.

Her skulu vit hava í huga, at verkfall í mai og juni í fjør og tað sást aftur á tølunum.

Mai mánaður í fjør var 10.000 bilar verri enn mai mánaður í 2023, og juni mánaður í fjør var góðar 42.000 bilar verri enn sami mánaður í 2023. Annars var vøkstur allar hinar mánaðirnar uttan í november.

 

 

Norðoyatunnilin kom í 2006.

 

200.000 fleiri fyrra hálvár

Hyggja vit so at fyrra hálvári í ár, er samlaða ferðslan í teimum fýra undirsjóvartunlunum vaksin við 200.000 bilar fyrstu seks mánaðirnar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Fyrstu seks mánaðirnar í ár hava 2,7 milliónir bilar koyrt ígjøgnum tunlarnar afturímóti 2,5 milliónum fyrra hálvár í 2024. 

Fara vit eitt ár longri aftur, so koyrdu 2,2 milliónir bilar ígjøgnum tunlarnar í 2023, og tí er ferðslan fyrra hálvár í ár økt við 450.000 bilum samanborið við fyrra hálvár í 2023.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358