Rúsdrekkasølan skal missa einkarrættin

Rúsdrekkasølan skal missa einkarrættin
Ætlanin er at lata matstovuvinnuna sleppa at innflyta rúsdrekka uttan um rúsdrekkasøluna
Tað er eitt gamalt ynski hjá vinnuni, sum vil hava smidligari atgongd til millum annað at keypa vín.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.07.2025 - 11:22

Landsstýrið hevur í hyggju lutvíst at avtaka einkarrættin hjá Rúsdrekkasølu Landsins at innflyta og selja rúsdrekka.

Í viðmerkingunum og løglistanum til sjálva løgmansrøðuna stendur, at ætlanin er at lata matstovuvinnuna sjálva sleppa at innflyta rúsdrekka uttan um rúsdrekkasøluna.

Hetta er eitt gamalt ynski hjá vinnuni, sum vil hava smidligari atgongd til millum annað at keypa vín.

Landsstýrið metir ikki, at hetta fer at hava ávirkan á nýtsluna, men kann hava nógv at siga fyri ferðavinnuna.

Landsstýrið fer at leggja uppskotið fyri tingið í vár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040