Amerikanskur sendimaður í Gasa - skundar undir friðarsamráðingar

Amerikanskur sendimaður í Gasa - skundar undir friðarsamráðingar
Steve Witkoff hevur vitjað eitt av støðunum, har matvørur verða býttar út
Amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff, er í Rafah í Gasa í dag.
Mynd: Jerusalem Post  
 
01.08.2025 - 13:24

Serligi amerikanski sendimaðurin, Steve Witkoff, kom til Ísraels í gjár, og vitjar í dag Rafah í Gasa-geiranum at hava umsjón við útbýtingini av mati til neyðstødd, sum amerikanski/ísraelski felagsskapurin GHF - Gaza Humanitarian Foundation - stendur fyri. 

Funnist hevur verið at felagsskapinum fyri vandamiklu umstøðurnar, fólk koma í, tá tey savnast at bíða eftir neyðsynjarmatvørunum frá felagsskapinum. Fleiri enn 90 fólk eru dripin seinasta samdøgrið, tá tey royndu at fáa matvøruhjálp, siga heilsumyndugleikarnir í Gasa, ið virka undir Hamas-stýrinum. 

 

Fáa enda á hungursneyðini

Annað endamálið við vitjanini hjá serliga amerikanska sendimanninum er at fáa enda á humaniteru kreppuni og hungursneyðini, sum altjóða hungurseftirlitið IPC sigur seg kunna staðfesta í Gasa. Hitt endamálið er at fáa glið aftur á samráðingarnar um vápnahvíld og leyslating av ísraelsku gíslunum hjá Hamas.

Hetta skrivar Reuters. 

Samstundis sum Steve Witkoff vitjar í Gasa, skrivar amerikanski forsetin á sosiala miðli sínum, at skjótasti mátin at enda humaniteru kreppuna í Gasa er, at Hamas yvirgevur seg og letur gíslarnar leysar.

Steve Witkoff hitti Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, í gjár. Á fundinum umrøddu teir uppsteðgaðu samráðingarnar um vápnahvíld í krígnum í Gasa.

 

Broyta samráðingarkós

Ein talsmaður fyri ísraelsku stjórnina segði eftir fundin við Jerusalem Post, at bæði londini, Ísrael og USA, eru samd um, at neyðugt er at broyta samráðingarkós, tí Hamas ikki vil slaka fyri at fáa semju í lag.

Sambært Reuters segði ein ísraelskur embætismaður, at farið verður frá eini ætlan um at fáa nakrar av gíslunum leyslatnar, til eina ætlan um at fáa allar gíslarnar leyslatnar, at avvápna Hamas og allan Gasa-geiran. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Mánadag 29. juni
RagnarRokk: Johan Karlsson um Mournbraid
209106
Mánadag 29. juni
Morgunlestur mánadagur.
210249
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107