Gevst í politikki - verður kommunustjóri í Vestmanna

Gevst í politikki - verður kommunustjóri í Vestmanna
Sólvit E. Nolsøe tekur við starvinum 25. august.
Sólvit E. Nolsø tekur við starvinum sum kommunustjóri í Vestmanna kommunu seinni í mánaðinum. Samstundis gevst hann í politikki.
Mynd: Vestmanna kommuna  
 
04.08.2025 - 13:40

Sólvit E. Nolsø er settur í starvið sum kommunustjóri í Vestmanna kommunu. 

Sólvit E. Nolsø er 39 ára gamal. Hann er ættaður úr Dali, men být í Havn.

Hann er útbúgvin MA í politikki og MA í evropeiskum viðurskiftum, og hevur júst lokið diplomútbúgving í leiðslu.

Sólvit E. Nolsø hevur starvast sum tíðindamaður, hevur verið landsstýrismaður í almannamálum, og er í løtuni løgtingsmaður fyri Framsókn.

Tá ið hann byrjar í nýggja starvinum, gevst hann í løgtinginum og sigur tingsessin frá sær.

 

 

Sólvit E. Nolsø valkvøldið í 2022, tá hann var valdur í løgtingið fyri Framsókn. Frammanundan hevði hann m.a. verið landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin í almannamálum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Næsti maður á listanum hjá Framsókn er Árni M. Dam. 

Kommunustjórin í Vestmanna hevur tvíbýttan leiklut sum fremsti ráðgevi hjá borgarstjóranum og bygdarráðnum, og er eisini umsitingar- og starvsfólkaleiðari.

Í Vestmanna kommunu starvast umleið 100 fólk.

Sólvit E. Nolsø byrjar í starvinum mánadagin 25. august.

Seks umsóknir vóru til starvið sum kommunustjóri í Vestmanna. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532