Munurin millum menn og kvinnur í starvsfólkaskaranum minkar

Munurin millum menn og kvinnur í starvsfólkaskaranum minkar
Í juli vóru starvsfólkini 30.652, 1,2 prosent fleiri enn í juli í fjør. Tey flestu løgdust aftrat fiskivinnu og almennum vinnugreinum
Flest fólk eru løgd afturat fiskivinnuni og almennu vinnugreinunum.
Mynd: Hagstovan  
 
15.08.2025 - 10:03

Munurin millum menn og kvinnur í tí, sum Hagstovan kallar starvsfólkaskaran, minkar.

Í juli vóru menninir 15.711 og kvinnurnar 14.941.

Menninir vóru 173 fleiri enn í juli í fjør og kvinnurnar 177 fleiri.

56 prosent arbeiddu hjá privatum arbeiðsgevara, nógv fleiri menn enn kvinnur.

Í juli vóru starvsfólkini 30.652, 1,2 prosent fleiri enn í juli í fjør.

Flest fólk eru løgd afturat fiskivinnuni og almennu vinnugreinunum, skrivar Hagstovan.

Byggivinnan hevði størstu minking.

Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinasta árið er vøksturin viknaður. 

Framleiðsluvinnan hevur flest starvsfólk, sum ikki hava bústaðartilknýti.

Seinastu árini eru tey vorðin nógv fleiri í starvsfólkaskaranum.

Men vøksturin er viknaður.

Í juli vóru 5,9 prosent fleiri samanborið við juli í fjør. Til samanberingar var vøksturin 17 prosent í juli 2023 samanborin við juli 2022. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334