Sirkill og Ranja FM-favorittar í tvíspor

Sirkill og Ranja FM-favorittar í tvíspor
Hesturin Sirkill og reiðkvinnan Ranja H. Djurhuus eru favorittar at vinna FM í tvíspor eftir sigur í Havnardali um vikuskiftið
Sirkill og Grani í tvísdysti í Havnardali leygardagin. Ranja H. Djurhuus vann á pápanum, Halli Hansen
Mynd: Bjørt Bødvarsdóttir/Ríðisamband Føroya  
 
18.08.2025 - 15:50

Sirkill úr Nólsoy og 17 ára gamla reiðkvinnan Ranja H. Djurhuus hava lagt seg fremst í kappingin um føroyameistaraheitið í tvíspori fyri vaksin eftir heystkappingina í Havn leygardagin.

Bert níggju hundraðpartar vóru á muni millum Sirkill við Ranju H. Djurhuus ( 29,39 sekund), og Hall Hansen á Grana (29,48), sum endaðu á 2. plássi á teimum 400 metrunum í Havnardali. Svanna við Barbaru R. Mouritzen á baki fingu bronsuna á degnum.

Vinnararnir leygardagin hava nú 21 stig tilsamans í kappingini um FM-heitið í tvíspor, meðan Svanna hevur 17 stig á 2. plássið. Frani og Silfá hava 16 stig í part.

Seinasta kappingin verður í Vágum um tvær vikur.

 - Síðani Nólsoyingur var í vælmaktini munna tað ikki vera komin nógv FM-heiti til Nólsoyar, so væntandi verður okkurt gjørt burturúr, um Sirkill vinnur FM um tvær vikur, skrivar Ríðisamband Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011