Spara 78 prosent av oljunýtsluni

Spara 78 prosent av oljunýtsluni
Fjarhiti skal hita 25 bygningar hjá Landssjúkrahúsinum, sum verður størsti brúkari hjá Fjarhitafelagnum
Landssjúkrahúsið skal hava fjarhita.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.08.2025 - 09:42

Landssjúkrahúsið skal hava fjarhita.

Fjarhitin skal hita 25 bygningar hjá Landssjúkrahúsinum.

Gólvvíddin er 50.000 fermetrar. 

Landssjúkrahúsið væntar at spara 78 prosent av oljuni og minka útlátið gott og væl 2.300 tons um árið.

 

Leiðingin verður 600 metrar

Fjarhitaleiðingin verður løgd frá Fróðskaparsetrinum á Frælsinum oman til Landssjúkrahúsið, 600 metrar.

Onnur har á leiðini kunnu knýta í høvuðsleiðingina millum Fróðskaparsetrið og Landssjúkrahúsið.

Landssjúkrahúsið verður størsti brúkari hjá Fjarhitafelagnum.

Tað brúkar hita sum 350 sethús. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928