Arbeiðs- og brunaeftirlitið álvarsliga átalu frá umboðsmanninum

Arbeiðs- og brunaeftirlitið álvarsliga átalu frá umboðsmanninum
Átalan er so álvarslig, at fráboðan um hana er send formansskapinum í løgtinginum, løgmanni og landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum
Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Arbeiðs- og brunaeftirlitinum álvarliga átalu fyri, hvussu tey handfóru fýra arbeiðsskaðamál.
 
22.08.2025 - 08:03

Vanlukkutryggingarráðið og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava fingið álvarsliga átalu frá Løgtingsins umboðsmanni.

Hana fáa tey fyri, hvussu tey handfóru fýra arbeiðsskaðamál.

Átalan er so álvarslig, at fráboðan um hana er send formansskapinum í løgtinginum, løgmanni og landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. 

Tey trý arbeiðsskaðamálini vóru virkin í meira enn hálvttriðja ár, uttan at endalig avgerð ella fyribilsavgerð vóru tiknar. 

Tvær klagur vóru um vantandi svar.

 

Hvørki svar ella afturboðan

Klagararnir fingu í fleiri umførum ikki svar ella afturboðan til fyrispurningar sínar, stendur í niðurstøðuni hjá umboðsmanninum. 

Eisini síggjast drál í málsupplýsingini í sambandi við eitt hoyringarsvar og ófullfíggjað skjalføring. 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið vísti á, at longda málsviðgerðartíðin og vantandi svar lutvíst skyldast, at stovnurin hevði stórar avbjóðingar, tí hann tók við umsitingini av arbeiðsskaðamálum frá Føroya rætti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952