Ostankino í Føroyum

Ostankino í Føroyum
Ostankino, annar trolarin, sum landsstýrið vil hava úr føroyskum sjógvi, liggur í løtuni í Ánunum í Klaksvík
Ostankino.
 
25.08.2025 - 06:58

Ostankino, annar trolarin, sum landsstýrið vil hava úr føroyskum sjógvi, liggur í løtuni í Ánunum í Klaksvík.

Hagar kom trolarin í gjárkvøldið.

Landsstýrið hevur lógaruppskot í løgtinginum um at seta russisk reiðarí og skip á svartalista í Føroyum eins og tey eru í ES og Noregi.

Fyrsta viðgerð verður hósdagin.

Hetta eru reiðarí og skip, sum er undir illgruna fyri at vera við í njósnaravirksemi.

Talan er um Murman Seafood, sum eigur trolararnar Ostankino og Melkart 2.

Melkart 2 var í Føroyum í juli og fiskaði her í fýra dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360