Eingin stuðul til avlamisbilar

Eingin stuðul til avlamisbilar
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni
Eingin ætlan er um aftur at lata stuðul til at keypa vanligan bil, sigur landsstýrismaðurin í almannamálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.08.2025 - 08:13

- At broyta løgtingslógina soleiðis, at stuðul aftur verður veittur til keyp av vanligum bili, hevur ikki verið á skránni hjá landsstýrinum.

Tað sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almannamálum, sum hevur svarað fyrispurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni fyri Sambandsflokkin.

Johan Dahl spyr m.a., hví landsstýrið hevur valt at spara áleið eina millión krónur til fólk við skerdum førleika, sum hava tørv á avlamisbili, men sum ikki hava fíggjarligan møguleika at fíggja hann sjálv. 

 

Játtanarkarmar avgera

Til tað svarar landsstýrismaðurin, at tað eru játtanarkarmarnir, sum avgera møguleikarnar hjá landsstýrisfólkunum at raðfesta á sínum øki. Og hóast andstøður vanliga atkvøða ímóti uppskotum um játtanarkarmar, so er tað ikki við grundgevingum um, at útreiðslurnar skulu økjast - heldur tvørturímóti, sigur Eirikur í Jákupsstovu. 

Johan Dahl spurdi eisini, hvussu henda raðfestingin kann rættvísgerast, samstundis sum samgongan ætlar at brúka milliardir til samferðsluútbyggingar. 

Til tað svarar landsstýrismaðurin, at "samferðsluútbyggingar eru [...] ikki í andsøgn við at halda aftur í almenna rakstrinum, og vit eiga ikki at seta tey upp ímóti hvørjum øðrum."

Les alt svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210