ES setur tiltøk móti Iran úr gildi

ES setur tiltøk móti Iran úr gildi
Tiltøkinin verða sett úr gildi, tí avtalan er gjørd við Iran um kjarnorku
Iranski uttanríkisráðharrin, Zarif, og franski starvsbróðir hansara, Fabius, tá avtalan varð undirskrivað í Geneve í gjár
Mynd: Scanpix  
 
25.11.2013 - 10:40

ES fer væntandi ar seta tiltøkini móti Iran úr gildi í desember, sigur franski uttanríkisráðharrin.

- Uttanríkisráðharrarnir í ES-londum fara um fáar vikur at viðgera spurningin um at seta nøkur tiltøk úr gildi. Tað verður væntandi í desember, sigur franski uttanríkisráðharrin, Laurent Fabius, við útvarpsstøðina Europe 1, sambært Reuters.

Avtala gjørd um kjarnoku

Tiltøkini verða sett úr gildi, tí avtala er gjørd við Iran um kjarnorku. Samráðst hevur verið í eitt hálvt ár, og um vikuskiftið eydnaðist at semjast um avtaluna í Geneve.

Hon ber m.a. í sær, at Iran gevst at ríka uran, og afturfyri lovar altjóða samfelagið ikki at samtykkja nýggj tiltøk næsta hálva árið, tá ætlanin er at gera eina meiri víðfevnda avtalu millum Iran og stórveldini.

- Tiltøkini, sum verða sett úr gildi, verða avmarkað, og tey kunnu verða sett í gildi aftur, sigur franski uttanríkisráðharrin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439