Søkja nú aftur eftir brekumboði

Søkja nú aftur eftir brekumboði
Almanna- og mentamálaráðið lýsir starvið leyst av nýggjum, og freistin at søkja er 15. september
Almanna- og mentamálaráðið hevur lýst starvið sum brekumboð leyst av nýggjum.
 
26.08.2025 - 15:09

Nú verður søkt eftir Brekumboði av nýggjum.

Tað er Almanna- og mentamálaráðið, ið lýsir starvið leyst av nýggjum, og freistin at søkja er 15. september.

Søkt var annars herfyri eftir brekumboði, og fimm umsóknir komu.

Tá varð sagt, at miðað varð eftir at seta starvið 1. oktober.

Men nú er broyting komin í, og søkt verður av nýggjum,

Starvið er tíðaravmarkað í fimm ár, men kann leingjast trý ár.

Tað er ein politisk avgerð, at nýggja brekumboðið skal hava skrivstovu í Klaksvík. 

Les meira um starvið her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558