Sea Shepherd: Má koma frá føroyingum sjálvum

Sea Shepherd: Má koma frá føroyingum sjálvum
Skulu føroyingar gevast við at drepa grind, má tað koma frá føroyingum sjálvum. Tað hava tey sannað hjá Sea Shepherd, sigur Marcus Trebuch úr Eysturíki.
Savnsmynd
 
26.08.2025 - 20:48

Skulu føroyingar gevast við at drepa grind, má tað koma frá føroyingum sjálvum. 

Tað hava tey sannað hjá Sea Shepherd, sigur Marcus Trebuch úr Eysturíki, sum er her fyri Sea Shepherd í løtuni. Hann hevði innrættað seg í siloini á Vestaru bryggju í Havn seinnapartin, har hann saman við fýra øðrum limum í Sea Sheperd hevði útsýni beint yvir á keiina, har hvalirnir vóru tikinir upp.  


- Týdningarmesta uppgávan hjá okkum í dag er at skjalfesta grindadrápini. Men okkara uppgáva er eisini at koma í samband við føroyingar, tí eg haldi, at tað hevur mann ikki gjørt nokk - her er nógv søga við Sea Shepherd á oyggjunum, og eg taki undir við nýggju tilgongdini hjá Sea Shepherd Global, sum er at royna at skilja støðuna frá einum øðrum sjónarhorni, og royna at koma í samband við føroyingar, tí tað er greitt fyri okkum, at grindadráp endar ikki, fyrr enn føroyingar gera av at gevast við at drepa grind, sigur Markus Trebuch, sum er sjálvboðin við Sea Shepherd Global.

 

Markus Trebuch hevur sæð tvær grindir hesa ferð: springaradrápið í gjár og grindadrápið í dag. 

 

- Vit hava gjørt av, at vit ikki leggja okkum út í grindadráp, tí tað leingir bara tíðina, djórini líða - tað steðgar ikki sjálvum grindadrápinum. Okkara týdingarmesta uppgáva er at tryggja, at tað verður skjalfest, sigur Markus Trebuch.

 

 

Markus Trebuch.

 

Hann hevur verið í Føroyum í fýra vikur og er partur av toyminum, sum uppá skift heldur eygað við grind í Føroyum, frá mai til september.

 

- Tilfarið, sum Sea Shephard Global framleiðir, verður almannakunngjørt altjóða, tí verðin eigur at síggja hvat fyriferst. Tað er lógligt sambært tykkara lóg - eftir okkara tykki eigur hetta ikki at koma fyri í einum modernaðum vesturlendskum samfelagi í 2025. Vit vilja upplýsa fólk um tað, men vit vilja eisini læra - tað er tí, vit eru her, tað er tí vit tosa við vísindafólk, so eg haldi, at vit øll kunnu læra okkurt, sigur Markus Trebuch úr Eysturríki.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531