Ringt skil í ellis- og røktarheimum

Ringt skil í ellis- og røktarheimum
Eftirlit hjá landslæknanum í ellis- og røktarheimum vístu trupulleikar við heilivágshandfaringini
 
29.08.2025 - 06:39

Eftirlit hjá landslæknanum í ellis- og røktarheimum vístu trupulleikar við heilivágshandfaringini.

Landslæknin hevur gjørt 22 heilsufaklig eftirlit í 11 ellis- og røktarheimum frá 2022 til 2025. 

Á fyrstu eftirlitsvitjanunum vóru stórir ella álvarsligir trupulleikar viðvíkjandi sjúklingatrygdina staðfestir í seks av teimum 11 ellis- og røktarheimunum.

Fleiri eftirlitsvitjanir máttu gerast, áðrenn viðurskiftini vóru nøktandi, sigur landslæknin.

Yvir 80 prosent

Ein nýggj eftirmeting vísir, at meginparturin av ellis- og røktarheimunum, har heilsufaklig eftirlit vóru, høvdu trupulleikar við at halda krøvini um handfaring og goymslu av heilivági, hóast tey kendu reglurnar um trygga heilivágsnýtslu.

Í 82 prosentum av fyrstu eftirlitsvitjanunum vóru manglar í handfaringini av heilivágsgoymsluni og skjalfesting viðvíkjandi heilivágsviðgerð. 

91 prosent av ellis- og røktarheimunum høvdu tryggar mannagongdir um reinføri. 

82 prosent høvdu manglar í heilsufakligu lýsingini av verandi og hugsandi trupulleikum hjá búfólkunum.

Landslæknin ætlar næsta ár at gera fleiri eftirlit í ellis- og røktarheimum og á øðrum økjum.

Les frágreiðingina hjá landslæknanum her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860