Ben Arabo formaður í nýskipanarnevndini

Ben Arabo formaður í nýskipanarnevndini
Nevndin skal koma við tilmæli um nýskipanir í almenna geiranum og at styrkja langtíðarhaldførið
Ben Arabo, stjóri í Framtaki, verður formaður í nýskipanarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.09.2025 - 09:26

Løgmaður hevur sett nýskipanarnevnd, sum skal mæla politisku skipanini til nýskipanir í almenna geiranum og styrkja um langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum.

- Trýstið á vælferðarsamfelagið økist alsamt. Tørvur er tí á nýhugsan og skipanarligum broytingum, sum tryggja fíggjarligt haldføri og vælferðartænastur, ið svara til framtíðartørvin hjá borgarunum. Vit skulu snøgt sagt fáa meira fyri minni, sigur løgmaður, Aksel V. Johannesen.

 

Ben Arabo formaður

Nevndin er mannað við óheftum fakfólkum, sum eru vald eftir tilmæli frá politisku flokkunum:

· Ben Arabo, stjóri í Framtaki (formaður)

· Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni

· Heri á Rógvi, stjóri í Lóðri

· Hjørdis Gaard Lailudóttir, stjóri í Movera

· Óluva Klettskarð, undirvísari á Miðnámi á Kambsdali

· Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum

Harumframt eru John Rajani, løgmansstjóri, og Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, partur av nevndini.

 

Aksel V. Johannesen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tætt samstarv við politisku skipanina

Nevndin skal í tøttum samstarvi við politisku skipanina greina, viðgera og mæla til nýskipanir, sum styrkja langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum.

Arbeiðið byggir á fakligar greiningar, brúkarakanningar og samanberingar við aðrar skipanir. Nýskipanirnar skulu grundast á haldføri, javnrættindi og skynsama gagnnýtslu av tilfeingi.

Nevndin fær hjálp frá nýskipanarskrivstovuni, ið verður skipað sum deild í Fíggjarmálaráðnum við serkønum starvsfólki í talgreining, løgfrøði og stjórnmálafrøði. Skrivstovan skal stuðla nevndini við greiningum og fakligari ráðgeving.

Nevndin fer til verka beinanvegin, og ætlanin er, at nevndin javnani skal koma við tilmælum til politisku skipanina um nýskipanir, stendur í tíðindaskrivi frá Løgmansskrivstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928