Reyði krossur fingið samarittbil

Reyði krossur fingið samarittbil
- Vit hava leingi havt tørv á slíkum bili, tí hann ger okkara arbeiði nógv lættari, siga samarittarnir í Reyða krossi, sum nú hava fingið ein serligan samarittbil.
 
02.09.2025 - 09:47

Í summar hava samarittarnir í Reyða krossi sum vanligt verið við til nógv ymisk tiltøk. 

Tó hevur hetta summarið verið øðrvísi hjá teimum, sum eru sjálvbodnir samarittar, tí síðani juni mánað hava umstøðurnar verið munandi øðrvísi enn undanfarin ár.

Samarittarnir hava fingið ein fyrrverandi sjúkrabil í Danmark til Føroya.

- Tá vit fara til stór tiltøk kring landið, koyra vit við hesum bilinum og hava alla hugsandi útgerð við okkum. Vit fingu hann tíðliga í summar, og hann hevur roynst sera væl, sigur Pætur Fredriksen, sum er samarittur í Reyða krossi.

Eisini Rógvi Dam, sum heur fleiri ár á baki sum samarittur, letur væl at bilinum.

- Fyrr høvdu vit ein gamlan vøruvogn, og hvørja ferð vit skuldu út til eitt tiltak, máttu vit brúka drúgva tíð upp á at pakka bilin og gera hann kláran, so bara tann parturin er munandi lættari nú, tí við hesum bilinum hava vit allar nútímans hentleikar í bilinum, og hann er altíð klárur at brúka, sigur Rógvi Dam og leggur afturat, at serliga børan, ið er í bilinum, er kærkomin.

- Vit hava annars brúkt gamlar børur, og tað hevur ikki altíð verið líka lætt. Harafturat er tað eisini øgiliga gott at kunna fara inn í bilin við teimum, sum hava tørv á okkara hjálp, og kunna hjálpa teimum í friði og náðum, sigur Rógvi Dam.

Samarittbilurin, sum er av merkinum Volkswagen, kom til landið í juni og hevur hetta summarið verið við á eitt nú Tórsfest og á Ovastevnu.

1761254

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522