U21-landsliðið: Vistu at møguleikar komu

U21-landsliðið: Vistu at møguleikar komu
- Vit vistu, at vit kundu fáa møguleikar við mótálopum, segði U21-landsliðsvenjarin eftir sigurin á Íslandi í EM-undankappingini
Føroyska U21-landsliðið eftir flotta 2-1 sigurin á Íslandi hóskvøldið
Mynd: Virgar Hvidbro/FSF  
 
05.09.2025 - 10:35

Við málum frá Mattiasi Hellisdal og Áka Samuelsen vann føroyska U21 landsliðið hóskvøldið 2-1 á útivølli móti Íslandi. 

Tað vóru bara farnir tríggir minuttir, so legði Mattias Hellisdal Føroyar á odda 1-0, og tá eitt stórt korter var spælt økti Áki Samuelsen um føroysku leiðsluna.

Íslendska trýstið vaks sum frá leið, men heimaliðið fekk bara tað eina málið, og so var frálíki sigurin veruleiki. 

 - Vit vistu frammanundan, at vit komu at verja nokkso stóran part av dystinum og ofta langt afturi á egnari hálvu, segði venjarin Ólavur Mikkelsen. 

 - Vit fingu teir at hava bóltin, har vit vildu, og so arbeiddu vit knallhart og kláraðu at standa ímóti, so teir ikki fingu teir heilt stóru kjansirnar. Og so vistu vit, at vit kundu fáa møguleikar við mótálopum.

 

Tú mást spæla tín kjans

Týsdagin spælir U21-landsliðið aftur, tá Luksemborg tekur ímóti. Talan er um eitt roynt lið, sum er sterkt tekniskt. Harumframt er merkisvert, at spælararnir upprunaliga eru frá fleiri øðrum tjóðum.

Føroyska liðið ferðast til Luksemborg í dag, og tríggjar venjingar eru á skránni áðrenn dystin. Ólavur Mikkelsen segði við útvarpið hjá Kringvarpinum, at ongar stórvegis broytingar verða gjørdar, men kanska onkur lítil rætting.

 - Vit hava góðar vónir. Vit vita sjálvandi, at mótstøðan er sterk - tað er hon hvørja ferð - men tú mást spæla tín kjans, og vit eru altíð optimistiskir um at fáa stig, sigur landsliðsvenjarin.

Føroyar hava fingið frálíka byrjan upp á EM-undankappingina. Eftir dystirnar ímóti Estlandi og Íslandi, hevur føroyska U21-landsliðið seks stig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Fríggjadag 11. september
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
213130
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039