Mattias takkaði viðhaldsfólkunum

Mattias takkaði viðhaldsfólkunum
Mattias Lamhauge stóð ein branddyst í føroyska málinum í tepra tapinum fyri Kroatia í Tórsvølli, men hann vildi heldur takka viðhaldsfólkunum enn tosa um egið avrik
05.09.2025 - 22:37

Mattias Lamhauge tók av so dyggiliga, tá hann fekk kjansin í føroyska málinum ímóti Kroatia framum Bárð á Reynatrøð.

Fyrrverandi B36-málverjin stóð ein sera góðan dyst og átti kanska størstu æruna fyri, at kroatisku fótbóltsstjørnurnar bert fingu eitt mál á Tórsvølli fríggjakvøldið.

Júst tað var hann sjálvandi glaður fyri, men hann vildi heldur tosa um føroysku viðhaldsfólkini, sum høvdu fylt Tórsvøll.

 - Umstøðurnar, øll fólkini sum eru her, og at vit prestera, segði málverjin um tað, sum stóð eftir beint eftir dystarlok.

 - Fólkini geva okkum motivatión til at trúgva upp á, at tað letur seg gera. Vit spæla also ímóti Kroatia, sum spæla upp ímóti Fraklandi og eru nummar 10 í heiminum, so tað eru okkara viðhaldsfólk. Heilt fantastiskt, segði Mattias Lamhauge.

Hann bjargaði fleiri góðum skallarum fyri stegðin, men hevði ongan kjans, tá Andrej Kramaric varð leysur við handaru stong, og avgjørdi dystin, tá góður hálvur tími var spældur. Tá høvdu føroyingar longu havt fleiri kjansir - ivaleyst fer onkur av teimum at spæla umaftur á nethinduni hjá Hanusi Sørensen í nátt - men tað eydnaðist ikki at skora.

Hinvegin kunnu føroyingar fara til Gibraltar við góðum treysti. Verður avrikið eins gott á Europa Poin og á Tórsvølli, er sannlíkt, at stigini koma við heim til Føroya.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (3:4)
210668
Mikudag 15. juli
HM-tíðindi 15. juli 2026
210967
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815