Vit gita: Brandur fær bandið og Páll fær plássið

Vit gita: Brandur fær bandið og Páll fær plássið
Tað verða fleiri broytingar á liðnum til dystin í annaðkvøld. Okkurt vita vit, og okkurt gita vit. Landsliðsvenjarin sigur, at tað verða minst tríggjar broytingar
Landsliðið, sum byrjaði inni móti Kroatia
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
07.09.2025 - 21:31

Tað er í annaðkvøld klokkan 19.45, at Føroyar spæla móti Gibraltar á Europa Point leikvøllinum stutt sunnanfyri spanska markið. Føroyska manslandsliðið spældi ein góðan, men harðan og krevjandi dyst móti Kroatia fríggjakvøldið, meðan Gibraltar spældi venjingardyst hóskvøldið.

Heimaliðið hevur sostatt havt ein hvílidag fleir millum dystirnar. Hartil hevur føroyska liðið ferðast ein stóran part av degnum í gjár. Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, boðaði á tíðindafundinum frá, at tað verða í minsta lagi tríggjar broytingar. Ein av teimum verður at Samuel J. Chukwudi kemur inn fyri leikbannaða Odmar Færø.

Tað verður afturval til Mattias H. Lamhauge í málinum, og Gunnari Vatnhamar og Andriasi Edmundsson í verjuni við síðuna av Samuel J. Chukwudi. Vit gita, at báðir bakkarnir verða skiftir út. Dysturin móti Gibraltar kemur at krevja nógva orku, og vongbakkarnir renna nógv – um ikki mest. Tað merkir, at Martin Agnarsson og Jann Benjaminsen fáa kjansin, uttan at Viljormur Davidsen og Jóannes K. Danielsen hava spælt seg av.

Tað sama er galdandi á miðjuni. Har gita vit, at Géza Dávid Turi fær kjansin frá byrjan við síðuna av Brandi Hendrikssyni. Jákup B. Andreasen spældi kanska sín besta landsdyst móti Kroatia, men tað kostaði eisini í orku.

Størstu ivamálini eru um fremstu plássini. Eitt ástøði, sum hevur verið uppi at venda á túrinum er, at Árni Frederiksberg og Jóannes Bjartalíð skulu leggja upp til Páll A. Klettskarð. Hetta eru tveir spælarar, sum hava lagt upp til nógv mál hjá toppskjúttanum hjá KÍ. Hann manglar enn at fáa hol á landsliðnum, men tað finnast ikki tveir meira upplagdir spælarar enn Árni og Jóannes.

Av hesum hevur Árni Frederiksberg spælt frá móti Kroatia, men deyðbóltarnir hjá honum eru nógv verdir. Meinhard E. Olsen og Adrian Justinussen eru onnur boð. Poul Kallsberg er ein jokari, men ikki ein spælari tú setur í samband við innskiftingar.

Um vit gita rætt, so skal landsliðið hava nýggjan liðskipara til dystin. Her er eitt gott boð Brandur Hendriksson. Miðvallarin hevur verið ein týðandi partur av landsliðnum í fleiri ár. 

HM-undankappingardysturin millum Gibraltar og Føroyar verður í annaðkvøld klokkan 19.45. Sjónvarpið hjá Kringvarpinum vísur dystin. Byrjað verður at senda eftir Dag og Viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527