Fara nú at søkja um WTO-limaskap

Fara nú at søkja um WTO-limaskap
Limirnir i grein 6-nevndini samdust ikki, men hægstirættur skar ígjøgnum
Aksel V. Johannesen, løgmaður, er fegin um avgerðina í málinum sjálvstøðugan førpoyskan limaskap.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.09.2025 - 12:52

Føroyar fara nú at søkja um limaskap í WTO.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú tað er greitt, at Føroyar kunnu søkja um sjálvstøðugan limaskap í heimshandilsfelagsskapinum.

Løgmaður kunnaði um middagsleitið uttanlandsnevndina um málið.

Trætan hevur verið viðgjørd í einari serligari nevnd, sum heimild er at seta sambært heimastýrislógini.

Men umboðini hjá landsstýrinum og stjórnini í grein 6- nevndini samdust ikki, og tí skóru teir tríggir hægstarættardómararnir, sum eisini vóru í nevndini, ígjøgnum.

Teir vóru samdir í síni niðurstøðu.

Les avgerðina her.

 

Um grein 6-nevndina

Heimastýrislógin § 6, stk. 2: Ivamál um føroyska heimastýrisins ræði í mun til ríkisvaldið verða løgd fyri nevnd, skipað av tveimum limum valdum av ríkisstjórnini, tveimum valdum av landsstýrinum og trimum av hægstarættarpresidentinum valdum hægstarættardómarum; ein teirra verður settur sum formaður. Eru teir fýra av ríkisstjórnini og landsstýrinum valdu limirnir samdir, er málið endaliga avgjørt. Um so ikki er, verður málið avgjørt av teimum trimum hægstarættardómarunum.

Hesi hava mannað nevndina:

  • Jens Peter Christensen, hægstarættarforseti, formaður
  • Lars Hjortnæs, hægstarættardómari 
  • Jens Kruse Mikkelsen, hægstarættardómari 
  • Bjørn Kunoy (valdur av landsstýrinum)
  • Sjúrður Rasmussen (valdur av landsstýrinum)
  • Vibeke Pasternak Jørgensen, chef for Juridisk Tjeneste, Udenrigsministeriet (vald av donsku stjórnini)
  • Anders Sparholt Jørgensen, afdelingschef Justitsministeriet (valdur av donsku stjórnini)

 

Hoyr samrøðu, sum Sigurjón Einarsson gjørdi við løgmann eftir fundin í uttanlandsnevndini: 

 

10092025_Logmadur_og_WTO

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Fríggjadag 4. september
Breddin: Trýstið á Evropa veksur
212721
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572