Kendur Trump-stuðul skotin í USA

Kendur Trump-stuðul skotin í USA
31 ára gamli Donald Trump-stuðulin, Charlie Kirk, sum í januar vitjaði Grønland saman við Donald Trump Jr., er í kvøld raktur av skotum á politiskum kjakfundi á lærdum háskúla
Charlie Kirk sæst her á politiska kjakfundinum á lærda háskúlanum í Utah Vally beint áðrenn skotið fall
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
10.09.2025 - 21:18

Tað var í sambandi við eitt politiskt tiltak á lærda háskúlanum í Utah Vally, at Charlie Kirk, ið er ávirkari á høgravonginum í USA, bleiv raktur av skotum. 

Tað upplýsa altjóða miðlar. 

Lærdi háskúlin boðar eisini frá, at ein persónur er handtikin. 

Støðan hjá Charlie Kirk er óviss, men á sosialum miðlum síggjast upptøkur av tilburðinum, ið eru sera ógvusligur. 

Eygavitni, ið hava tosa við amerikanskar miðlar, vátta eisini tað, ið upptøkurnar vísa. 

 

Biðið fyri Kirk

Bæði amerikanski forsetin, Donald Trump, og varaforsetin, J.D. Vance, heita á fólk um at biðja fyri Charlie Kirk, sum var við á túrinum hjá Donald Trump Jr. til Grønlands fyrr í ár. 

Charlie Kirk er ein amerikanskur, konservativur aktivistur og stovnari av felagsskapinum "Turning Point USA", sum fyrst og fremst vendir sær til ung á høgravonginum. 

Hann er ein kendur Trump-stuðul, sum ofta verjir Donald Trump alment, kunnar um hansara politikki, og hevur havt ein miðsavnandi leiklut í at fáa ungar veljar at stuðla MAGA-røsluni hjá Trump. 


Charlie Kirk, sum í kvøld var skotin, er ein íðin Trump-stuðul og hevur havt ein miðsavnandi leiklut í at fáa ungar veljar at stuðla MAGA-røsluni hjá Trump (Mynd: Ritzau/Scanpix)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542