Sandship fær sítt sætta skip

Sandship fær sítt sætta skip
Ætlanin er, at skipið skal sigla við alifóðri til alivinnuna uttanlands
Bonacieux verður yvirtikið fyrst í komandi ári, og verður umbygt til sjálvlossara.
Mynd: Sandship  
 
15.09.2025 - 07:55

Partafelagið Sandship hevur keypt farmaskipið Bonacieux úr Týsklandi.

Skipið verður yvirtikið fyrst í komandi ári.

Tað verður umbygt til sjálvlossara, sigur felagið í tíðindaskrivi. 

Ætlanin er, at skipið skal sigla við alifóðri til alivinnuna uttanlands.

 

Útlátið minkar 20 prosent

Framkomin tøkni ger, at CO2-útlátið minkar 20 prosent undir sigling, sigur felagið. 

Skipið er bygt í 2010 og tekur sløk 3.000 tons.

Hetta er sætta skipið hjá Sandship, sum eisini hevur sandsølu á Sundi og fóðurgoymslu á Toftum.

Tá nýggja skipið kemur í sigling, vera yvir 80 fólk í starvi hjá Sandship.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423