Føroyingauppgerð í Hannover

Føroyingauppgerð í Hannover
Elias Ellefsen á Skipagøtu er á vitjan hjá Vilhelmi Poulsen í Hannover, har Burgdorf og Kiel bresta saman í kvøld. Hákun West av Teigum og teir spæla ímóti Aalborg í CL
Fóttennis á skránni hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og hinum í Kiel á heimavøllinum hjá Vilhelmi Poulsen í Hannover
Mynd: THW Kiel  
 
18.09.2025 - 13:29

Føroyingauppgerð verður í Hannover í kvøld, har Elias Ellefsen á Skipagøtu og Kiel vitja Vilhelm Poulsen og Burgdorf.

Kiel hevur fult stigatal - Seks stig fyri sigrar á Erlangen, Wetzlar og HSV - men munurin hevur verið lutfalsliga lítil hvørja ferð. Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur fingið góða byrjan upp á kappingarárið, og tey ellivu málini, sum hann skeyt ímóti HSV seinast, tryggjaðu honum pláss sum spælskipari á vikuliðnum hjá Bundesliguni. 

Í fjør kappaðist Hannover-Burgdorf leingi um fremstu plássini í Bundesliguni, men í ár hava Vilhlem Poulsen og teir ikki fingið eins góða byrjan. Higartil hava teir vunnið sær tvey stig upp á tríggjar dystir. Harumframt hevur Hannover spælt seg víðari úr 1. umfari í European League. Vilhelm Poulsen skeyt sjey mál í seinna dystinum ímóti Alkaloid.

 

Hákun og teir ímóti Aalborg

Hákun West av Teigum og teir í Füchse Berlin fáa stóra avbjóðing í Champions League, tá Aalborg vitjar í týska høvuðstaðnum seinnapartin. 

Føroyski vongurin skeyt seks mál í sigrinum á Nantes í 1. umfari, men áðrenn tað tapti týska meistaraliðið - sum brádliga segði farvæl við ítróttastjóran og segði venjaran úr starvi - ímóti Magdeburg, og seinast endaði aftur galið á útivølli ímóti Gummersbach.

Tí verður áhugavert at síggja, um bylgjurnar hava lagt seg hjá revunum í Berlin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763