Amnesty Føroyar 60 ár á baki

Amnesty Føroyar 60 ár á baki
Hetta vikuskifti, verður hátíðarhildi, at Amnesty Føroyar byrjaði sítt verksemi í Føroyum fyri 60 árum síðani.
03.10.2025 - 20:00

Øll hesi 60 árini hevur felagsskapurin varpa ljós á mannarættindi, bæði altjóða og her heima í Føroyum. 

Amnesty Føroyar hevur arbeitt við fleiri átøkum gjøgnum árini. Eitt nú í 2003 við átakinum “Skriva fyri lívið”,  har Amnesty heitti á fólk um at senda brøv til stjórnaleiðarar kring heimin. 

Men síðani stovnanina í 1965, so er virksemi hjá Amnesty Føroyum broytt munandi. Frá at arbeiða við málum um deyðarevsing og samvitskufangum úti í heimi, so arbeiðir felagsskapurin í dag eisini nógv við viðurskiftum í Føroyum. 

Amnesty Føroyar hevur eisini skipa fyri sangkappingum. Eitt nú skipaði felagskapurin fyri sangkapping í Norðurlandahúsinum, tá felagsskapurin fylti 25 ár. 

Sangkappingin skuldi vekja áhugan millum ung fólk um mannarættindi, og Amnesty Føroyar hevur hevur gjørt føroyingar meira tilvitaðar um mannarættindini, heldur fyriverandi forkvinnan, Annika Sølvará.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Vikuskiftið 24 apríl 2026
207545
Fríggjadag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2026 (Wolfgang)
207536
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533