Hákun tryggur í teprum CL-sigri

Hákun tryggur í teprum CL-sigri
Hákun West av Teigum skeyt fýra mál upp á fýra royndir, tá Füchse Berlin vann á Dinamo Bukarest í evstu løtu
Hákun West av Teigum var skarpur í einum dysti, har Füchse Berlin annars misnýtti nógvar kjansir
Mynd: Füchse Berlin  
 
10.10.2025 - 09:39

Hákun West av Teigum skoraði fýra ferðir upp á fýra málroyndir, tá Füchse Berlin vann á Dinamo Bukarest í evstu løtu í Champions League-bólkaspælinum.

Føroyski vongurin fekk øll málini í fyrra hálvleiki - eitt av teimum longu í 7. minutti, tá hann hevði snýkt seg inn á strikuna - í dystinum ímóti rumenska liðnum, sum gjørdist javnari, enn nakar hevði roknað við.

Útiliðið var í roynd og veru frammanfyri meginpartin av seinna hálvleiki, men í evstu løtu fekk heimaliðið í Max-Schmeling-Halle eitt brotskast, sum Tobias Grøndahl setti í netið til 32-31.

Hákun West av Teigum og teir hava framvegis fult stigatal við átta stigum fyri fýra dystir. Aftanfyri liggja Aalborg og Veszprem við seks stigum í part.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011