Beinleiðis úr Studio 5 - Holgar

Beinleiðis úr Studio 5 - Holgar
Tónleikagesturin hesa ferð, Holgar Jacobsen, spælir tríggjar sangir. Tann síðsti er ein frumspæling
 
10.10.2025 - 12:00

Sørvingurin Holgar Jacobsen var borin í heim í 1963 og hevur verið virkin í bólkunum Ghost Riders, Sørvings, Holgar og Villmenn og Tinganest.

Í 2010 læt hann úr hondum fyrstu soloútgávuna. Seinnu árini hevur Holgar í stóran mun verið á egnum beinum. Soleiðis er eisini í Studio 5 í dag. 



Umframt at gera og spæla tónleik, hevur Holgar eisini fingist nógv við gittarfrálæru. 

Hann sær tað á onkran hátt sum eina skyldu at læra frá sær. Tað er honum ein stór gleði, tá tað eydnast at fáa ung fólk at taka gittaran til sín.

Í grundini dámar honum best, tá fólk ikki hava lært seg ov nógv, eitt nú á YouTube, áðrenn tey koma til undirvísing.

- Onkuntíð síggi eg, at fólk duga at spæla Stairway to Heaven, men ikki Fagra blóma, sigur Holgar Jacobsen. - Tað týdningarmesta er at læra grundina, áðrenn tú fert at byggja víðari.



Í samrøðuni tosar Holgar Jakobsen eisini um góða vin sín Jóan Jakku Guttesen, ið doyði so brádliga. Jóan Jakku hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri Holgar. Bæði tá tað ræður um tónleik, men eisini við sínum menniskjaligu eginleikum.

Jóan Jakku var ein stórur stuðul og tómrúmið er stórt, ásannar Holgar.




Hvat: Beinleiðis í Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð

 

1769001

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115