Eingin sigling, men tyrlan ger eykatúr

Eingin sigling, men tyrlan ger eykatúr
Veðrið ávirkar aftur siglingina hjá Galaxy
Fyri veður siglir Galaxy ikki í dag.
 
10.10.2025 - 13:31

Eingin sigling er á suðuroyarleiðini í dag fyri veður, men Strandferðslan boðar frá, at tyrlan fer at at gera eykatúr millum Havnina og Froðba.

Nærri kunning um eykatúrin og bílegging verður á heimasíðuni hjá Strandferðsluni, ssl.fo.

Strandferðslan boðar eisini frá, at broytingar verða gjørdar á suðuroyarleiðini í morgin fyri veður. 

Túrurin av Krambatanga við Galaxy klokkan 7.00 er fluttur til klokkan 6.00. Og túrurin av Havnini klokkan 10.30 er fluttur til klokkan 9.30.

Síðani verður siglt eftir ferðaætlanini. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439