Heilsuskúlin skal geva atgongd til Setrið

Heilsuskúlin skal geva atgongd til Setrið
Uppskot er um, at útbúgvingar frá Heilsuskúlanum skulu geva atgongd til Fróðskaparsetrið
Útbúgvingar hjá Helsuskúlanum skulu geva atgongd til Fróðskaparsetrið.
 
13.10.2025 - 05:49

Útbúgvingar frá Heilsuskúlanum skulu geva atgongd til Fróðskaparsetrið.

Endamálið er at gera tað møguligt at søkja inn á ávísar útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum við ávísum útbúgvingum frá Heilsuskúla Føroya.

Útbúgving sum námsfrøðihjálpari kann geva atgongd til bachelor í námsfrøði, og heilsurøktari kann geva atgongd til bachelor í sjúkrarøktarfrøði. 

Upptøkan er tó treytað av, at umsøkjarar til námsfrøðiútbúgvingina standa eina upptøkuroynd.

Og umsøkjarar til sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina skulu hava eitt miðaltal, sum er seks.

Aðrar útbúgvingar, sum eru hægri enn gymnasial miðnámsútbúgving, skulu eisini geva atgongd til Fróðskaparsetrið.

Lagt verður upp fyri tí í uppskoti um nýggja upptøkukunngerð, sum er sent til hoyringar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andaktin
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507