Stór lagalig lán aftur í løgtingið

Stór lagalig lán aftur í løgtingið
Uppskotið um, at Íleggingargrunnurin skal lata Suðuroyartunlinum 350 mió. kr. í láni og Vága floghavn 350 mió. kr. er komið aftur í løgtingið
Aksel V. Johannesen, løgmaður, eigur uppskotið um, at Íleggingargrunnurin skal lata Suðuroyartunlinum 350 mió. kr. í láni og Vága floghavn 350 mió. kr.
Mynd: Savnsmynd / Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.10.2025 - 06:44

Aksel V. Johannesen, løgmaður, eigur uppskotið um, at Íleggingargrunnurin skal lata Suðuroyartunlinum 350 mió. kr. í láni og Vága floghavn 350 mió. kr. er komið aftur í løgtingið.

Tað var í løgtinginum í vár, men bleiv ikki avgreitt og datt tí burtur, tá tingsetan endaði á ólavsøku.

Uppskotið var einmælt samtykt eftir aðru viðgerð.

Men, tá triðja viðgerð var, fór uppskotið aftur í fíggjarnevndina, har tað var liggjandi og síðani datt burtur, tá tingsetan endaði. 

 

Lánið avtalast við nevndina

Hjá Suðuroyartunlinum skal lánið vera rentu- og avdráttarfríar í 30 ár og hjá Vága floghavn skal lánið vera rentu- og avdráttarfrítt í tíggju ár.

Sambært lógaruppskotinum skulu treytirnar avtalast við nevndina í grunninum.

Millum annað møguleikin fyri fleiri og styttri lánum enn ávikavist 10 og 30 ár.

 

 

Stutt um ĺleggingargrunnin
Íleggingargrunnurin er ein grunnur frá 1964. 
Endamálið við Íleggingargrunninum er at veita fígging til íløgur, serliga í sambandi við undirstøðukervið. Í gjøgnum árini hevur grunnurin millum annað fíggjað útbyggingar hjá SEV, brúnna um Streymin og ymsar tunnilsverkætlanir umframt nýggj flogfør hjá Atlantic Airways.
ĺleggingargrunnurin varð stovnsettur eftir samráðingar millum føroyskar og danskar myndugleikar í 1964 sambært fólkatingslóg.
Upprunaliga fæið í grunninum var 60 milliónir krónur. Ognirnar eru í dag smáar 700 milliónir krónur.
Landsstýrið hevur gjøgnum árini umsitið Íleggingargrunnin og valt nevndina fyri grunnin.
Men 1. januar 2025 kom Íleggingargrunnurin formliga á føroyskar hendur. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928