Fosturtøkumálið: Rættarnevndin fer at biðja um longda freist

Fosturtøkumálið: Rættarnevndin fer at biðja um longda freist
Nevndin skal hava nakrar hoyringar aftrat
Hervør Pálsdóttir er forkvinna í rættarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.10.2025 - 17:21

Rættarnevndin fer at biðja um longda freist at koma við áliti um uppskotið at broyta fosturtøkulógina.

Tað váttar Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini:


 

24102025_Hervor


Uppskotið hevur ligið í rættarnevndini síðani 30. september, tá tað var til 1. viðgerð í løgtinginum. 

Tað eru tingfólkini Hervør Pálsdóttir í Tjóveldi, Ingilín D. Strøm í Javnaðarflokkinum, Karlot Hergeirson í Framsókn og Eyðdis Hartmann Niclasen í Sambandsflokkinum, sum hesaferð hava lagt fram uppskotið í hesi tingsetuni, eftir at tað fall, tá Bjarni Kárason Petersen, landsstýrimaður í lógarmálum mai mánaði í fjør legði tað fram. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928