Stytt arbeiðsvika: Fakfeløgini verða hildin fyri gjøldur

Stytt arbeiðsvika: Fakfeløgini verða hildin fyri gjøldur
Forkvinnan í Pedagogfelagnum heldur, at politiska skipanin hevur lagt seg flata fyri arbeiðsgevarunum, men tekur ikki atlit at arbeiðstakaranum
Sanna á Løgmansbø er forkvinna í Pedagogfelagnum.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
29.10.2025 - 12:58

- Fakfeløgini verða hildin fyri gjøldur í málinum um at stytta arbeiðsvikuna, tí málið er niðurfelt í samgonguskjalið, men einki er hent í málinum.

Tað sigur Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum, sum er eitt av feløgunum í Fakfelagssamstarvinum, ið ótolnast eftir at frætta frá leiðarunum í samgonguflokkunum, nær arbeiðsvikan verður stytt.

Sanna á Løgmansbø sigur, at málið er í hondunum á løgmanni og arbeiðsgevarunum.

- Aksel V. Johannesen hevur sagt, at arbeiðsgevararnir vilja ikki spæla við. Vit halda, at politiska skipanin hevur lagt seg flata fyri arbeiðsgevarunum, men skipanin tekur ikki atlit at arbeiðstakaranum, sigur forkvinnan í Pedagogfelagnum. 

Hoyr samrøðu við Sonnu á Løgmansbø í útvarpstíðindunum: 

 

29102025_Sanna

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974