Breddin: Nógv minni játtan at seta serlæknar

Breddin: Nógv minni játtan at seta serlæknar
Serstaka serlæknapuljan, sum hevur verið síðani 2016, hevur gjørt góðan mun, men nú er ætlanin at skerja hana munandi
Serstaka serlæknapuljan hevur gjørt góðan mun, og í løtuni eru 51 serlæknar í sjúkahúsverkinum. Puljan hevur verið fimm milliónir kr. um árið, men næsta ár er ætlanin at skerja hana niður í hálva millión. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
30.10.2025 - 09:06

Síðani 2016 hava fimm milliónir krónur altíð verið tøkar til at seta serlækna, um serlækni er tøkur og hevur áhuga at koma til Føroya.

Sirið Stenberg setti serlæknapuljuna í verk, tá ið hon var landsstýriskvinna í heilsumálum í 2016.

Orsøkin var, at færri serlæknar komu higar, og útlitini at fáa fleiri serlæknar vóru tí ring.

Samstundis gjørdust myndugleikarnir varugir við, at Føroyar kappast við onnur lond um serlæknar.

Og verður hugt eftir úrslitinum, so hevur serlæknapuljan gjørt mun, tí í 2016 vóru 32 serlæknar, nú eru 51. 

 

Eiga at hava 121 serlæknar

Men tað er ikki nóg mikið, tí sambært tilmæli, sum ein arbeiðsbólkur - sum Margit Stórá, fyrrverandi landsstýriskvinna í heilsumálum, setti - handaði í fjør, eiga vit at hava 121 serlæknar.

Nú er ætlanin at skerja serlæknapuljuna, tí í komandi fíggjarlóg er serlæknapuljan skorin úr fimm milliónum krónum og niður í hálva millión.

Í Breddanum í dag viðgera vit serlæknatrotið, og hvat skal til, sambært serlæknunumm sjálvum. 

Breddin klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
207518
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489