Atli takkaði fyri seg

Atli takkaði fyri seg
43 ára gamli Atli Gregersen spældi fríggjavøldið sín seinasta dyst á hægsta stigi í Føroyum. Atli hevur vunnið sjey steypagull og trý føroyameistaraheiti
04.11.2025 - 15:50

Ein yrkisleið, sum hevur verið merkt av føroyameistaraheitum og steypagullum, endaði við vónbroti á Tórsvølli seinasta fríggjakvøld.

KÍ vann á Víkingi, og Atli Gregersen og hinir víkingarnir máttu taka til takkar við silvurheiðursmerkjunum í eini kapping, har felagið hevur rokkið so nógvum stórum løtum síðan stovnanina í 2008.

Superveteranurin hevur verið í miðdeplinum øll árini. Hann hevur enntá vunnið eina finalu við GÍ. Næstu ferð besta víkingaliðið fer á vøllin, verður tað kortini uttan Atla Gregersen.

 - At eg eri liðugur at spæla og fara at blíva ein tjúkkur bolli, tað er, hvat tað er. Men hetta er ein øgiliga keðilig kensla. Vit hava savnað 60 prosent av Eysturkommunu her, og so tapa vit. Tað er heilt ólukksáliga trupult at svølgja akkurát nú, segði Atli Gregersen, sum væntar, at Víkingur kemur sterkt aftur eftir vónbrotið og lovar, at hann verður at síggja kring vøllin í Sarpugerði.

 - Eg fari ikki bara at føla eitt sindur av eigaraskapi. Eg vænti, at eg veri teirra fremsti fjeppari, men eg havi eisini eitt annað starv, sum eg ætli mær at røkja ordiliga væl, segði Atli Gregersen, sum er hjálparvenjari hjá føroyska fótbóltslandsliðnum við monnum.

 - Men tú sleppur ikki undan. Eg eri víkingur fyri lívið. Vit hava bygt eitt felag saman síðan 2008 saman við teimum venjarunum, sum hava verið, og tí nevndini, sum stórt sæð hevur verið hin sama allatíð. Tað kunnu vit sanniliga vera errin av. Tað er ikki bara nakað, sum tú viskar burtur, bara tí tú sjálvur fert úr gaggunum, segði Atli Gregersen.

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763