- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin: Leiðarar undir støðugt størri trýsti

”Hvør ansar eftir leiðaranum, tá ið hart leikar á” eitur nýggj bók, sum Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, hevur skrivað, og sum Sprotin hevur givið út.
Hon snýr seg um alskyns viðurskifti, ið knýta seg at leiðslu, m.a. at almennir leiðarar eru komnir undir stórt trýst farnu árini.
Súsanna Olsen, útbúgvingarleiðari í leiðslu, og Suni Poulsen, sálarfrøðingur, ummæla bókina mikudagin.
30 ára royndir
Í nærum 30 ár hevur Helgi Rasmussen arbeitt við at menna leiðslur og arbeiðspláss, og ein stórur partur av arbeiðinum hevur snúð seg um at ráðgeva stovnum og fyritøkum um leiðslu.
Í 2016 gav hann út bókina “Finn teg í organisasjónini”, og í ár er komin onnur leiðslubókin hjá Helga Rasmussen, sum nevnist “Hvør ansar eftir leiðaranum, tá ið hart leikar á”.
Bókin, sum nú er komin, er 189 síður og býtt upp í 29 kapitlar. Innihaldsliga er hon bæði staðfestandi og hugleiðandi.
Hvør hjálpir leiðaranum
Helgi Rasmussen leggur fyri við at siga, at leiðarin stendur javnan einsamallur, tá ið harðast leikar á.
Hann spyr, hví leiðarin stendur einsamallur, um leiðarin hevur nakran at halla seg til í truplum støðum, og hvussu leiðarin kann fara væl við sær sjálvum.
Júst hesir spurningarnir gjørdu, at Helgi skrivaði bókina, sigur hann. Hann ivast sjálvur í, um hann hevur øll svarini, men vónar, at bókin kann seta nakrar tankar í gongd og í besta føri vera ein lítil hjálp hjá leiðarum.
Krøv og einsemi
Helgi Rasmussen sigur í innganginum, at felags fyri bæði almenna og privata leiðslu eru tey krøv, sum verða sett leiðarum, og tað einsemið, teir uppliva.
Hann nevnir, at leiðarin ofta ongan góðan tykist at hava. Væntanirnar til, hvat hann skal megna, eru stórar, og vanliga verður góðtikið, at tann leiðari, sum ger mistøk, verður harðliga dømdur.
Hvør tryggjar, at leiðarin fær eitt gott arbeiðslív og kann koma heilskapaður heim, spyr Helgi, og í svarinum, sum vit ikki reiðiliga fáa, hómast kortini ein niðurstøða um, at tað ger ongin.
Ræðisrúmið minkar
Tey árini, Helgi Rasmussen hevur virkað sum ráðgevi hjá leiðslum, hevur hann eygleitt, at ræðisrúmið hjá serliga almennum leiðarum er vorðið alsamt minni.
Almenni leiðarin er mangan lús ímillum fleiri negl, eitt nú aðalráðið, starvsfólkini, almenningin og eisini innlitslógina, sum fer við nógvari tíð og orku, tí miðlarnir krevja sítt.
Hann nevnir, at hann hevur sjálvur roynt at verið almennur stjóri í eitt hálvt ár, men tá hann ikki fekk tann stuðul, hann ynskti sær, segði hann upp, tí tann stuðulin vildi hann sum tað minsta hava.
Viðhvørt hevur hann undrast á, hví summir leiðarar, ið stóðu rættiliga einsamallir, ikki bara stungu í sekkin og fóru heim, skrivar hann eisini.
Ymiskir grundvøllir
Leiðarar kunnu vera ymiskir, og hetta er ikki løgið, tí sum menniskju byggja vit á ymiskar grundvøllir.
Summi byggja á tryggan grundvøll, onnur byggja á ótryggan grundvøll, og uppaftur onnur kunnu byggja á skalaðan grundvøll.
Tey, sum byggja á tryggan grundvøll, megna best at lurta og stýra. Tey, sum eru ótrygg, kunnu lættliga fara í part við ávísum starvsfólkum fyri at vinna sær undirtøku.
Tey, sum byggja á skalaðan grundvøll, hava ringastu fortreytirnar fyri at vera góðar leiðarar – og skulu helst ikki vera tað.
Empati og psykopati
Í Vágskálini fara Suni Poulsen, sálarfrøðingur, og Súsanna Olsen, útbúgvingarleiðari í leiðslu á Fróðskaparsetrinum, at ummæla bókina og kjakast um innihaldið.
Tey verða m.a. spurd, um leiðarar hava uppiborið at verða skírdir annaðhvørt empatiskir ella psykopatiskir, eins og Helgi Rasmsussen skrivar, at teir mangan verða.
Ein av niðurstøðunum er, at hesin spurningurin stundum kemur upp, tí summi starvsfólk eru serliga altrá eftir at leita eftir psykopatum, har ongir psykopatar eru.

Hvat: Vágskálin
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Mikudagar kl. 16.05, og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Evnið næstuferð: ”Hvør ansar eftir leiðaranum, tá ið hart leikar á”, skrivað hevur Helgi Rasmussen



























