Støðið er høgt á Fimleikafagnaðinum í ár

Støðið er høgt á Fimleikafagnaðinum í ár
Tað sigur Gunn Reginsdóttir Hermansen, samskipari á ársins Fimleikafagnaði
Fimleikafagnaður 2025
Mynd: Tordis Vang Guttesen  
 
09.11.2025 - 16:11

400 fimleikarar kappast í Norðurlandahúsinum í Havn í dag, í sambandi við ársins Fimeikafagnað.

Flog, Ljósið, Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag eru við, og evnið ið verður viðgjørt í ár er vón.

Gunn Reginsdóttir Hermansen er samskipari á ársins Fimleikafagnaði, og hon greiðir frá, hví júst evnið vón varð valt:

- Hvørt ár fær sambandið ein lista av evnum, og tey søgdu beinanvegin, at á listanum, var evnið vón tað sum skilti seg úr. 

- Tey sóu fyri sær, at mann kundi fáa litríkar og glaðar framsýningar til tað. Eisini er tað eitt sindur meira álvarsamt evni.

Hansina Nesá, úr Fimleikafelagnum Flog, greiðir frá, hvussu tey viðgerða evnið vón:

- Vit hava um Pandoru, sum er úr griksku mytologiini. Tað er hon, sum opnar eina eskju við øllum ræðuleikunum í heiminum. Hon blívur tó við at síggja, at har er okkurt eftir í eskjuni, og tá hon opnar aftur, er tað vónin sum kemur út.

Sambært samskiparanum, er tað torført at meta um, hvør ársins vinnari verður:

- Allar framførslurnar eru sera, sera góðar. Tað kemur í síðsta enda niður til tað sum fólk dáma. Men eg verði ikki yvirraskað av nøkrum felagi, eg haldi veruliga, at øll kunnu vinna.

Ársins vinnari gjørdist Fimleikafelagið Støkk.

Hoyr innslag: 

Myndir: Tordis Vang Guttesen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598