- Tað havi eg ikki roynt fyrr, so tað klári eg heilt vist

- Tað havi eg ikki roynt fyrr, so tað klári eg heilt vist
Rósa Maria Restorff skuldi bara brúka nøkur sekund at umráð seg í, tá hon fekk í boði at gerast stjóri á Hotel Føroyum. Trý sekund og so segði hon ja. Og hon gleðir seg.
Rósa Maria Restorff hevur alt lívið arbeitt í gistingarhúsvinnuni, meira ella minni
Mynd: Sveinur Tróndarson  
 
16.11.2025 - 22:47

Hotel Føroyar fær nýggjan stjóra, tá ið vit fara inn í nýggja árið.

Eigararnir hava gjørt av, at nú virksemið á hotellinum er víðkað, eitt nú við einum vælverudepli, skal stjórin á gistingarhúsinum bara taka sær av tí partinum, og tí var gjørt av at finna ein nýggjan stjóra. 

Fyri kortum kunngjørdi Gist & Vist, at nýggi stjórin var funnin, og at tað verður Rósa Maria Restorff, sum tekur við starvinum 1. januar.

Rósa Maria Restorff hevur fingið gistingarhúsvinnuna inn við móðurmjólkini, mugu vit siga. Eftirnavnið avdúkar ein heilan hóp, og hon hevur havt sína dagligu gongd á gistingarhúsi, næstan síðan hon dugdi at ganga. 

Tað kom tí heldur ikki óvart á nakran, at hon valdi hesa vinnuna sum sína lívsleið, men heldur enn at læra í Føroyum í sínum egna umhvørvi, flutti hon til Danmarkar, har hon var á fleiri ymiskum arbeiðsplássum og arbeiddi í fleiri ymiskum greinum av fakinum, so tá ið hon kom aftur til Føroya, hevði hon eina góða barlast við sær.

Nøkur ár eftir, at Rósa Maria Restorff var komin aftur til Føroya, gjørdu pápin, M.C. Restorff, og bróður hansara, Jóhan Restorff, av at selja hotellið, og hóast hon helt fram har, var tað ikki fyri altíð, og hon hevur tí eisini verið aðrastaðni. Millum annað hevur hon arbeitt á Hotel Hilton Garden Inn, og hon hevur eisini arbeitt við Tjarnir, áðrenn hon tók av at gerast móttøkuleiðari á Hotel Føroyum.

Ta uppgávuna hevði hon tó ikki so leingi, tí tá hetta árið er liðugt, tekur hon við sum stjóri, og hon sær tað sum eina nátúrliga gongd við tí barlast, sum hon hevur.

Í gomlum døgum var meira kapping, ikki bara millum gistingarhúsini í Havn, men eisini millum tey. Tí kann tað fyri fleiri kanska virka eitt sindur soleiðis, at ein Restorff skal vera stjóri á Hotel Føroyum, men tað er einki øðrvísi enn, tá Martin Restorff, systkinabarn hennara, tók við sum stjóri á Hotel Hilton Garden Inn. Og tað var jú eisini hann, sum hálaði hana niðan hagar at arbeiða saman við sær, tá hann tók við.

- Tað gamla er farið. Tað kann vera, at tað var eitt sindur meira kapping millum hotellini fyrr, men tað er tað so ikki í dag, tí nú samstarva vit meira. Tá vit eru á messum uttanlands, tá standa vit øll lið um lið og tryggja, at vit øll fáa sum mest burturúr. Og pápi var bæði glaður og stoltur, tá eg fortaldi honum, at eg hevði fingið hetta í boði, sigur Rósa Maria Restorff.

Hon hevur nú ein góðan mánað, áðrenn hon tekur við, og tá ið vit spyrja hana, um hon er byrjað at fyrireika seg, svarar hon alt fyri eitt:

- Ja, totalt. Eg eri so klár!

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr samrøðuna við Rósu Mariu Restorff, sum var í tíðindunum í kvøld klokkan 18.

1776708

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. desember
Morgunlestur mánadagur 8.desember 2025
200252
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139