Fútin: Reglur um djórapínslu eru eisini galdandi fyri grindahval

Fútin: Reglur um djórapínslu eru eisini galdandi fyri grindahval
Sea Shepherd hevur meldað fyrrverandi sýslumannin, Jens Jensen, men fútin vísir aftur, at hann er brúktur av einum útlendskum djóraverndarfelagsskapi
Michael Boolsen, fúti.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.11.2025 - 10:29

Reglurnar um djórapínslu eru eisini galdandi fyri grindahval.

Tað sigur Michael Boolsen, fúti.

Løgreglan vil vanliga ikki úttala seg um kanningararbeiði, sum ikki er liðugt, men av tí at Jens Jensen, fyrrverandi sýslumaður, sjálvur hevur gjørt vart við málið, fær Michael Boolsen illa avsannað, at málið er til.

Tað er felagsskapurin Sea Shepherd, sum hevur meldað Jens Jensen til løgregluna, men Michael Boolsen kennir seg ikki vera brúktan av einum útlendskum djóraverndarfelagsslapi. 

Hoyr innslag í útvarpinum:

 

20112025_Boolsen_2

 

 

 

Valentina Crast. 

 

Sea Shepherd Global váttar fyri Kringvarpinum, at felagsskapurin hevur meldað grindaformenn tvær ferðir - fyrru ferð í 2022, og so grindina í Hvannasundi tann 1. juni í fjør, tá drápið var útsett í fleiri tímar vegna kappróður á Norðoystevnu. 

Hoyr samrøðu við Valentinu Crast, sum er er átaksleiðari í Sea Shepherd Global:

 

20112025_Sea_Shepherd

 

Sí eisini: Fyrrverandi sýslumaður skuldsettur fyri at bróta lóg um djóravælferð

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053