Hagafelagið: Tunnilsleiðin skal hava so lítið árin á náttúruna sum gjørligt

Hagafelagið: Tunnilsleiðin skal hava so lítið árin á náttúruna sum gjørligt
Felagið sigur, at neyðugt er at gera umhvørvisárinskanning av øllum linjuføringum í sambandi við Suðuroyartunnilin
Hagafelagið vil hava neyvar upplýsingar um, hvussu nógv lendi verður tikið til infrakervi til tunnilsleiðirnar, m.a. vegkassar, rundkoyringar, tunnilsmunnar og tílíkt. (Savnsmynd)
 
20.11.2025 - 13:39

Politiska skipanin eigur at tryggja sær, at avgerðin um tunnilsleið verður tikin á einum betri upplýstum grundarlagi.

Tað sigur Hagafelagið m.a. í hoyringarskrivi um Suðuroyartunnilin.

Neyðugt er, at ein strategisk umhvørvisárinskanning verður gjørd av øllum linjuføringunum, t.e. 1a og b, og 2a og b. Tað vil siga bæði linjuføringin úr Djúpadali og frá Múlanum á Sandi, og bæði við sambandi til Skúvoyar og uttan.

Korttilfar skal útvegast, sum m.a. lýsir staðseting av byggiplássum, lýsir funktiónir á byggiøkinum, umframt at frástøðan til týðandi náttúruøki verður tilskilað.

Harumframt vil felagið hava neyvar upplýsingar um, hvussu nógv lendi verður tikið til infrakervi til tunnilsleiðirnar, m.a. vegkassar, rundkoyringar, tunnilsmunnar og tílíkt.

 

Útrokningar

Felagið ynskir eisini, at útrokningar verða gjørdar av, hvussu nógv fast og leyst tilfar verður tikið úr tunli/tunlum við tilskilan um, hvar tað verður lagt í grótgoymslur.

Hagafelagið leggur dent á, at valda linjuføringin og loysnir í sambandi við hana, hevur so lítið árin á náttúruna sum gjørligt, og vísir m.a. á, at Skúgvoy er Ramsaroyggj.

Náttúran er ikki okkara ogn, heldur felagið fram. Hon er bert til láns tað tíðarskeiðið, vit dvølja her. Tað er okkara skylda at verja og varðveita náttúruna við øllum hennara djóralívi, planturíkidømi og lendiseyðkennum soleiðis, at hon óskalað kann latast víðari til okkara eftirkomarar, sigur felagið til endans.

Men Hagafelagið ger tó vart við, at tað ikki leggur seg út í kjakið um, hvørt Suðuroyartunnil skal gerast ella ikki.

Hagafelagið lýsir seg um "Felagið, sum verjir sambandið millum føroyingin og føroysku náttúruna", og tað hevur verið fortalari fyri, at fólk í Føroyum frítt sleppa at ferðast í Føroyum, herímillum hava rætt til at ganga í haga.

Les alt hoyringarskrivið her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472