Hava møguleika at siga sína hugsan um mannarættindi í Føroyum

Hava møguleika at siga sína hugsan um mannarættindi í Føroyum
Hoyringarskrivini verða nýtt sum íkast til føroysku frágreiðingina, sum verður latin ST
Síðst í januar næsta ár skulu Føroyar lata Sameindu tjóðum yvirskipaða frágreiðing um mannarættindastøðuna í Føroyum.
 
02.12.2025 - 09:13

Nú hava fólk og felagsskapir møguleika at siga sína hugsan um mannarættindi í Føroyum.

Síðst í januar næsta ár skulu Føroyar lata Sameindu tjóðum yvirskipaða frágreiðing um mannarættindastøðuna í Føroyum. 

Áhugafelagsskapir og almenningurin kunnu í tí sambandi senda Uttanríkistænastuni hjá landsstýrinum 
hoyringarskriv um mannarættindastøðuna í Føroyum og møguligar avbjóðingar hjá henni.

Hoyringarskrivini verða nýtt sum íkast til føroysku frágreiðingina, sum verður latin ST.

 

Fyrsta frágreiðingin kom í 2011

Danmark skal saman við Føroyum og Grønlandi lata frágreiðing, sum lýsir mannarættindastøðuna í kongsríkinum. 

Føroyar lótu saman við Danmark og Grønlandi sína fyrstu frágreiðing av hesum slagi í 2011. 

Hetta er fjórða frágreiðingin, sum nú skal gerast.

Freistin at koma við hoyringarskrivi er mánadagin 15. desember.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244