Fer aftur í tingið at bjarga fosturtøkulógini

Fer aftur í tingið at bjarga fosturtøkulógini
Súsanna Bertholdsen sigur, at hon heldur tað vera sína skyldu at vera við til at dagføra lógina, so avgerðarrætturin verður fluttur til kvinnuna
Súsanna Bertholdsen og Karlot Hergeirsson. Tey vera nú aftur starvsfelagar í tinginum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.12.2025 - 10:18

Fosturtøkulógin er orsøkin til, at Súsanna Bertholdsen fer úr landsstýrinum og aftur í tingið.

Hon skrivar á sínum Facebook-vanga, at hon hevur biðið um at verða loyst úr sessinum sum landsstýriskvinna, tí hon heldur tað vera sína skyldu at vera við til at dagføra ein ótíðarhóskandi lóg,  so avgerðarrætturin verður fluttur frá læknanum yvir til kvinnuna.

- Eg kann snøgt sagt ikki standa uttanfyri og hyggja at og vita, at tað er vandi fyri, at uppskotið fellur, skrivar hon.

- Nú fari eg aftur í Løgtingið fyri at standa undir liðini á øllum teimum, sum í mong áratíggju hava stríðst fyri og framvegis stríðast fyri, at kvinnan skal fáa ræðisrætt yvir egnum kroppi, skrivar Súsanna Bertholdsen.

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040