Vilja hava føðideild aftur á Suðuroyar sjúkrahúsi

Vilja hava føðideild aftur á Suðuroyar sjúkrahúsi
Vágs býráð hevur einmælt samtykt at seta seg í samband við hinar kommunurnar í oynni um málið
Føðideildin á Suðuroyar sjúkrahúsi var niðurløgd í 2016.
 
02.12.2025 - 14:33

Vágs kommuna fer at seta seg í samband við kommunurnar í Suðuroynni, fyri at fáa tær at taka undir við kravinum um at endurreisa føðideildina á Suðuroyar sjúkrahúsi. 

Levi R. Mørk og Marin H. Gaardlykke, býráðslimir í Vágs býráð, løgdu uppskotið fram á býráðsfundi hósdagin. Og tað var einmælt samtykt.

Tey vísa á, at síðani føðideildin á Suðuroyar sjúkrahúsi læt aftur í 2016, er talið á føddum børnum í Suðuroynni nógv minkað. 

Sambært gerðarbókini frá býráðsfundinum, vóru í 2016 51 livandi børn fødd í Suðuroynni, og síðani hevur talið av føddum børnum ligið um 30 - 40 børn um árið.

 

Vantandi føðideild stór avbjóðing

- Ivaleyst eru aðrar avbjóðingar ið gera, at talið á føddum børnum er minkandi, men vit meta, at stongsilin av føðideildini á Suðuroyar sjúkrahúsi er stór avbjóðing fyri búsitandi barnafamljur, ið vilja hava fleiri børn, og barnafamiljur, ið vilja seta búgv í oynni, søgdu Levi Mørk og Marin Gaardlykke í uppskotinum.

Tey mæltu til samstarv við kommunurnar, so tær saman kunnu krevja, at føðideildin á Suðuroyar sjúkrahúsi letur uppaftur, og kann verða opin, til Suðuroyartunnilin letur upp um 10 ár.

Vágs býráð samtykti einmælt at taka undir við uppskotinum, um seta seg í samband við kommunurnar í Suðuroynni um í felag at vísa á málið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. desember
Vikuskiftið 5 des 2025
201100
Fríggjadag 5. desember
LEITISSTEIN 05.12.2025 (Steintór Rasmussen)
201090
Fríggjadag 5. desember
Breddin: Stytt arbeiðsvika
201077
Fríggjadag 5. desember
Morgunlestur fríggjadagur 5.desember 2025
200250
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065
Hósdag 4. desember
Veðrið
201039