Revsiheimild hongur saman við fiskiveiðisamráðingum

Revsiheimild hongur saman við fiskiveiðisamráðingum
Tað ásannar landsstýriskvinnan í uttanríkismálum, eftir at løgtingið endaliga hevur samtykt at geva henni heimild at seta fleiri revsitiltøk í verk móti Russlandi
Sirið Stenberg hevur nú fingið heimild at seta fleiri revsitiltøk í verk móti Russlandi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.12.2025 - 17:06

Næstu vikurnar vilja vísa, hvørja lagnu fiskiveiðisamstarvið við Russland fær. Seinnapartin samtykti løgtingið endaliga, við 3.viðgerð, at geva landsstýriskvinnuni í uttanríkismálum víðkaðar heimildir at seta revsitiltøk í verk móti Russlandi.

Tvær avmarkingar fylgja við. Heimildin kemur ikki í gildi fyrr enn 1. januar 2026. Og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, skal ráðføra seg við uttanlandsnevndina hjá løgtinginum, áðrenn hon brúkar heimildina.

-Vit fara nú at brúka næstu tíðina til at meta um støðuna. Men á ein ella annan hátt hongur tað saman at fara til fiskiveiðisamráðingar og hava somu revsiheimild sum onnur lond, sigur Sirið Stenberg, sum tó ikki vil siga meira ítøkiligt, hvat hon fer at brúka nýggju heimildina til.

Í lógaruppskotinum, sum nú er endaliga samtykt og avgreitt frá løgtinginum, verður ítøkiliga nevnt at seta tvey russisk reiðarí - Norebo og Murman Seafood - á svartalista, so tey ikki longur hava loyvi at fiska í føroyskum øki.

Eftir ætlan fara Norra og Russland til samráðingar um fiskastovnarnar í Barentshavinum í næstu viku. Og síðani standa Føroyar næst í røðini.

Tað verður Eirikur í Jákupsstovu, sum í gjár tók við sum landsstýrismaður við ábyrgd av fiskivinnuni, ið skal standa fyri samráðingunum:

-Eg haldi at vit skulu vera sera varin við at meta um, hvat kann ávirka hvat í eini komandi samráðing, sigur Eirikur í Jákupsstovu, sum í næstum skal ráðføra seg við uttanlandsnevndina, áðrenn hann bjóðar Russlandi til samráðingar. 

Við 3. viðgerð seinnapartin vóru 29 fólk í tingsalinum - 17 atkvøddu fyri og 12 ímóti. Samgonguflokkarnir vóru fyri, stóru andstøðu flokkarnir vóru ímóti - og Miðflokkurin átti eina atkvøðu fyri og eina ímóti.
 

Russlandsanktionir_-_jbh_-_1800

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. apríl
Skratsj 29. apríl 2026
207718
Mikudag 29. apríl
Eitt korter við klassiskum
207717
Mikudag 29. apríl
Serfrøðingurin
207705
Týsdag 28. apríl
Eftir sjey feit ár (4:4)
207658
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204