Vit sóu ótryggleika og himpr í dag

Vit sóu ótryggleika og himpr í dag
Týska verjan stóð somikið væl í dag, at ótryggleiki og himpr í løtum kom til sjóndar hjá føroysku bakspælarunum, helt venjarin Claus Mogensen eftir 36-26 ósigurin í Dortmund
02.12.2025 - 21:48

Høvuðsorsøkin til tíggju máls ósigurin imóti Týsklandi í Dortmund var, at týska verjan í løtum fekk steðga annars stinnu føroysku bakspælarunum.

Viðhvørt varð torført at skjóta mál, og tá mistøkini stungu seg upp, fingu føroyingar avrokning við kassa eitt.

 - Tær fáa justera til okkara spæl so líðandi. Teirra verja stóð sera væl, og vit síggja ótryggleika og himpr, sum vit ikki hava sæð frá okkara bakspælarum fyrr, ásannaði Claus Mogensen eftir dystin. 

Føroyingarnir byrjaði sera væl, og vóru á odda við einum máli tríggjar ferðir. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var framvegis javnt, 8-8, men síðan komu mistøkini, og týska leiðslan gjørdist somikið stór, at eingin vón var um at fáa heimaliðið aftur.

 - Vit fáa allar spælararnar inn í dag, og tað handlaði sjálvsagt eisini um at spara kreftir, men tað snui seg eisini um at fáa spælt nakrar inn, sum hava sitið nógv uttanfyri higartil, og tað var positivt, helt landsliðsvenjarin, sum nevndi Maritu Mortensen, sum skeyt tvey langskotsmál og fekk eitt upp á gjøgnumbrot.

 - Marita kom inn og stóð seg væl. Góð skot og góður innsatsur í verjuni, segði Claus Mogensen, sum nú hyggur fram ímóti 2. umfari, tá Serbia verður mótstøðulið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375