Stóri munurin kom óvart á

Stóri munurin kom óvart á
Føroyingarnir vóru greiðir yvir, at týskarar spældu skjótt og hart, men at munurin var so stórur, kom sum eitt lítið sjokk, segði Rannvá Olsen, sum skoraði fýra ferðir
02.12.2025 - 21:50

Tað var ikki tí, at føroysku kvinnurnar ikki vóru ávaraðar frammanundan. Týska maskinan hevði gresja seg ígjøgnum Uruguai, Ísland og Serbia í bólkaspælinum, og heimaliðið var bæði úthvílt og motiverað til fyrsta dystin í miðumfarinum ímóti Føroyum.

Kortini koma tað onkursvegna eitt sindur óvart á, at munurin á liðunum var so stórur, helt Rannvá Olsen.

 - Vit vistu, at tær komu við stórum fysikki, men at tað var so stórur munur á okkum, tað haldi eg kanska kom eitt sindur sum eitt sjokk, segði vongurin, sum skoraði fýra ferðir upp á sínar seks royndir ímóti týska málinum.

 - Men eg haldi, at vit gera nógv góð ting, og so mugu vit fara at hyggja upp á tað, sum vit skulu rætta upp á.

Føroyar var á odda við einum nakrar ferðir fyrsta korterið, men tá heimaliðið fekk verjuspælið at sita, stungu fleiri dýr mistøk seg upp. Týskland skoraði fleiri ferðir í tómt mál, og longu í steðginum var dysturin í roynd og veru avgjørdur.

Kortini góvust føroyingarnir ongantíð at stríðast, og sum seinni hálvleikur leið, fingu fleiri av teimum føstu hvíld, meðan aðrar fingu spíska sær bóltfølingina til dystirnar ímóti Serbia (hósdagin) og Íslandi (leygarkvøldið).

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011