Skulu rinda størri veiðigjald, hóast kvoturnar minka

Skulu rinda størri veiðigjald, hóast kvoturnar minka
Galdandi lóggáva leggur ikki upp fyri, at hægri prísur ofta vigar upp ímóti minni kvotu, sigur landsstýrið.
Landsstýrið sigur, at semjan um makrelin hevur havt við sær, at prísurin er meira enn tvífaldaður.
 
03.12.2025 - 12:20

Nú er uppskotið um at strika ásetingina um minni veiðigjald, tá kvotur minka serliga nógv, komið í løgtingið.

Lógin, sum hon er nú, sigur, at fer tøka kvotan niður um 50 prosent av miðalkvotuni, sum er sett seinastu fimm árini, fer veiðigjaldið niður í helvt.

Hetta hendi við veiðigjaldinum fyri norðhavssildina í ár.

Fyri at sleppa undan hesum ætlar landsstýrið at broyta veiðigjaldslógina.

Galdandi lóggáva leggur ikki upp fyri, at hægri prísur ofta vigar upp ímóti minni kvotu, sigur landsstýrið.

 

Makrelprísurin meira enn tvífaldaður

Og í løtuni er júst tað støðan. Eftir semjuna um makrelin, er prísurin á makreli meira enn tvífaldaður.

Semjan ger eisini, at fiskast kann meira effektivt.

Samstundis verður veiðigjaldið ásett eftir avreiðingarvirðinum fyri árið frammanundan. 

Ásetingin virkar tí móti sínum endamáli, sigur landsstýrið.

 

Fer at geva millum 50 og 90 milliónir

Tað heldur tað eisini vera óheppið, at avtalur, sum Føroyar gera við onnur lond um, hvussu fiskurin skal býtast, skal hava so stóra ávirkan á veiðigjaldið. 

Fyribils roknar Fíggjarmálaráðið við, at uppskotið gevur landskassanum millum 50 og 90 mió. kr.

Les alt uppskotið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta í Kaldbaks kirkju
206398
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356