Jana: Vit áttu at vunnið

Jana: Vit áttu at vunnið
Jana Mittún gav Føroyum enn eitt stórt úrslit, tá hon javnaði ímóti Serbia í evstu løtu, men hon hevði blandaðar kenslur eftir dystin. - Eg haldi, vit skuldu vunnið
04.12.2025 - 18:21

Jana Mittún gav Føroyum enn eitt stórt hondbóltsúrslit, tá hon javnaði til 31-31 við brotskast í evstu løtu, men bakspælarin hevði blandaðar kenslur eftir dystin.

 - Eg eri sjálvandi glað fyri javnleikin, men eg haldi, at vit skuldu vunnið, segði hon.

Jana Mittún spældi sjálv ein branddyst við 10 málum upp á 11 royndir og átti eisini trý upplegg og okkurt vunnið brotskast, men javnleikurin kostaði Føroyum kjansin at spæla seg í fjórðingsfinalurnar.

 - Vit manglaðu kanska akkurát tað síðsta, men tað kundi koppað báðar vegir, segði fótfimi Viborg-spælarin.

Leygarkvøldið spæla Føroyar síðsta HM-dystin á hesum sinni, tá Ísland stendur fyri skotum. 

 - Vit hava í øllum førum ein dyst eftir - ímóti Íslandi - og hann skulu vit eisini inn at spæla væl, segði Jana Mittún.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846