Breddin: Gera vit nóg mikið fyri at fyribyrgja arbeiðsvanlukkum?

Breddin: Gera vit nóg mikið fyri at fyribyrgja arbeiðsvanlukkum?
Hvat er revsingin fyri at trygdin á arbeiðsplássum ikki er nøktandi? Gera vit nóg nógv fyri at fyribyrgja? Hvat kundi vit gjørt betri? Tað spyrja vit í Breddanum í dag
Tilvildarlig mynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.12.2025 - 09:09

Í miðal doyr eitt fólk um árið í Føroyum vegna arbeiðsvanlukku.

Tað talið er nógv hægri enn í okkara grannalondum - tað er hægsta tal í Norðurlondum, og millum tey ovastu í Evropa. 

Talið av ikki-deyðiligum arbeiðsóhappum er eisini stórt - bara síðani mars í ár, hava Arbeiðseftirlitið og Vanlukkutryggingarráðið fingið 300 fráboðanir um arbeiðsóhapp - Tað er meira enn eitt um dagin.

Men hví hava vit so nógvar vanlukkur í Føroyum? Hava vit eitt nóg gott Arbeiðseftirlit? Er revsingin til teirra, sum hava ábyrgdina av vandafullum arbeiðsumhvørvi, nóg hørð?
Og liggur nakað í kortunum, sum kann fáa okkara høgu tøl niður?

 

300 fráboðanir síðani mars

Síðani Jóanna Djurhuus tók við sum forkvinna í Vanlukkutryggingarráðnum, hevur ráðið og Arbeiðseftirlitið fingið 300 fráboðanir um arbeiðsskaða. Jóanna Djurhuus heldur, at hetta talið er ov. Tað sama sigur Evelyn Gaard, trygdarleiðari hjá Articon. 

 

Arbeiðsplássmetingar og trygdarumboð

Vit hoyra millum annað Jacob Eli Olsen, formann í Lærarafelagnum. Hann heldur, at arbeiðsplássmetingar skuldu verið lógarkrav og at sambandi og samstarvið millum trygdarumboð og Arbeiðseftirlitið skuldi verið betri. 

 

Arbeiðseftirlitið

Leivur Persson er stjóri á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum. Tey umsita arbeiðsumhvørvislógina og skulu hava eftirlit við arbeiðsplássum.


Leivur Persson

 

Eisini tosa vit við Margit Stórá, landsstýriskvinnu í arbeiðsmarknaðarmálum.

 

Hoyr meira í Breddanum kl 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262