Norra vann á treiskum týskarum

bannari
Norra vann á treiskum týskarum
Við stórspæli í sínum síðsta dysti í málinum var Katrine Lunde avgerandi spælarin hjá Norra í eini finalu, har Týskland trýsti favorittarnar við frálíkari verju allan dystin
Mynd: John Thys/AFP/Ritzau Scanpix  
 
14.12.2025 - 18:18

Norra er heimsmeistari í hondbólti við kvinnum eftir tepran 23-20 finalusigur á Týsklandi í Rotterdam.

Norsku kvinnurnar høvdu vunnið allar sínar dystir í kappingini við 15 málum í miðal, men týskarar løgdu einki í hagtølini, tí í Ahoy Arena trýstu teir Norra nærum allan dystin.

Katrina Lunde spældi sín síðsta dyst í málinum hjá Norra, og var tað ikki fyri stórspælinum hjá 45 ára gomlu legenduni, sum lá á bjargingarprosentið omanfyri 40 prosent, er ikki vist, at Norra vann dystin.

 

Full ferð frá byrjan

Tað var full ferð á fyrstu løtuna í Rotterdam, har liðini skiftust um at skjóta mál við stuttum millumbili.

Ferðin minkaði kortini aftur, og ágangandi týska verjan fekk bilbugt við Henny Reistad, sum einki mál skeyt fyri steðgin. Tí mátti Norra fara til hálvleiks við javnleiki 11-11.

Stórskjúttin skeyt fyrsta málið fyri steðgin, og Norra hótti við at fara frá miðskeiðis í seinna hálvleiki. Týskararnir hildu kortini fast, og skjótt var aftur meir ella minni javnt.

Talan var um nervakríggj eina løtu, men royndirnar komu Norra til góðar. Týskland mátti royna seg við úrslitaleysum sjey ímóti seks spæli, og tá Vilde Ingstad skoraði í síðsta minutti var leyst og liðugt.

Norra vann og hevur nú fulla skjáttu - Olympiskur meistari, evropameistari og heimsmeistari - meðan týskarar vístu, at teir nú teljast millum heimsins bestu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585