Samráðast enn um lønarkarm

Samráðast enn um lønarkarm
Fundur var týsdagin, og partarnir eru samdir um at hittast aftur í næstum
Jan Sjóstein er stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.12.2025 - 11:44

Samráðingar eru enn um lønarkarmin millum 12 fakfeløg, Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Fundur var týsdagin, og partarnir eru samdir um at hittast aftur í næstum, sigur Jan Sjóstein, lønarstjóri. Men eingin dagur er ásettur enn. 

Samráðingar eru ikki byrjaðar enn við hvørt einstakt fakfelag, heldur ikki við tey, sum ikki eru millum tey 12, sum samráðast um lønarkarmin.

Ítøkiligu samráðingarnar um lønarkarmin byrjaðu fyri tveimum vikum síðani.

Ein serfrøðingabólkur gjørdi grundarlagið undir samráðingunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655